Løgmaður blandar seg bara, tá landsstýrisfólk fara út um karmarnar, sum lóggávan ásetur. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður , sum ikki ger meira við málið, har Jóhan Dahl, landsstýrismaður, gav stjóranum á Skráseting Føroya eina ávaring.
Hetta hevur fingið nógva umrøðu, tí Jógvan Thomsen tók við stjórasessinum aftaná avgerandi hendingarnar í málinum um Skráseting Føroya og Eik Grunnin.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, segði fyri jól, at um ein løgmaður góðtekur valdsmisnýtslu hjá einum landsstýrismanni móti einum embætisfólki, sum hevur hevur víst stórt dirvi og hevur umsitið fullgott og lógliga, er eitt uppaftur álvarsligari mál enn gerðin hjá landsstýrismanninum.
- Aftaná, at eg havi sett meg inn í ítøkiliga málið, eri eg ikki sannførdur um, at eg hevði tikið somu avgerð, var eg landsstýrismaður í vinnumálum. Hinvegin meti eg ikki, at landsstýrismaðurin er farin út um teir karmar, sum lógin ásetur. Tí leggi eg meg ikki út í hetta málið, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi í dag.










