Kaj Leo bíðar eftir møguleikanum

Kaj Leo Í Bartalsstovu arbeiðir framvegis við at sleppa uttanlands at royna seg. Fyribils veit hann ikki hvat er á skránni, men vónar at sleppa av landinum at royndarvenja fyri í komandi ári

Bóltsnillingurin hjá Víkingi var fyrr í ár og vandi við hollendska De Graafschap. Tað bleiv ikki til nakað samstarv her og nú, og Kaj Leo er sinnaður at royna okkurt annað.
– Eg vóni, at tað verður onkur royndarvenjing í januar mánaði, men enn er einki konkret á borð­inum, sigur Kaj Leo í stuttari við­merking til Sosialin.
Kaj Leo er ikki bangin fyri at siga, at hann hevur ambitiónir um at røkka útlandinum. Hann segði fyri kortum við Sosialin, at hann fyribils satsar fult og heilt upp á at sleppa at spæla yrkisfótbólt.
Í Víkingi munnu tey fylgja mál­inum tætt, tí hann er ein týðandi spælari hjá felagnum. Hann hevur í løtuni ikki sáttmála við felagið, men hann vissar víkingar um, at verður hann í Føroyum, so verður fyrsta felagið hann tosar við Víkingur.
– Ja, tað er framvegis støðan hjá mær. Verið eg verandi, so tosið eg við Víking fyrst, sigur Kaj Leo at enda.