Kaj Leo á máltalvuna

Føroyski landsliðsleikarin kom á máltalvuna hjá Levanger í vikuskiftinum

Føroyski landsliðsleikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spælir fyri Levanger í næstbestu norsku deildini, kom í gjár á máltalvuna, tá Levanger á útivølli tapti 4-1 móti Bryne.

 

Málið hjá Kaj Leo kom tá 32 minuttir vóru leiktir, har hann skoraði eftir beinleiðis fríspark.

 

Tað hevur annars gingið eitt sindur striltið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu at fáa pláss millum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá Levanger higartil í ár, men í gjár spældi føroyski landsliðsleikarin allar 90 minuttirnar.

 

Levanger liggur á fjúrtanda plássið í næstbestu norsku deildini.