Í sambandi við útgávuna av trífløguni Úr Maskinrúminum, spælir vestmenningurin Kaj Klein útgávukonsert í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í kvøld Kaj Klein gav í vár út Úr Maskinrúminum, ið hann hevur gjørt í samstarvi við Tórodd Poulsen. eitt verk, har góður tónleikur og góðar yrkingar ganga hond í hond og skapa ein frálíka eind. Tónleikurin er trubadurkendur og væl spældur, sungin av ráu rokkrøddini hjá Kaj.
Kaj Klein er m.a. kendur úr Plastnoist, ið hann stovnaði saman við bróðurinum Karl Anton Klein, sála. Ein rokkbólkur, ið hevði nógvar minniligar konsertir bæði í Føroyum og Danmark, umframt fløguútgávurnar YppBaraØksl og 21. Til ervið hjá Karl Anton í Kagganum í fjør kom bólkurin afturíaftur á kenslubornari konsert, eins og Plastnoist spældi á Planet Awards í sambandi við, at Karl Anton, sáli fekk serliga planet herðaklappi. Løtan var sera sterk, og vitnaði um, at Kaj Klein er ein heilt serligur sangari, við nógvari sál. Í samstarvinum við Tórodd hevur Kaj skapt eitt slag av skitnum føroyskum C.V. Jørgensen við tyngri føroyskum stevi. Hetta er poetiskur popp/rokkur.
Við sær á nýggju fløguni hevur Kaj Klein ein flokk av donskum topptónleikarum, ið eisini hava hjálpt til á fløguni. Umframt Kaj Klein sjálvan, sum spælir gittar og syngur, spæla: Palle Hjort, spælir klaver, orgul og harmonika v.m., Joachim Ussing, spælir bass. Peter Dombernowsky, spælir trummur. Mikkel Røhrbæk spælir eisini gittar, og føroyski tungmálmsbólkurin SIC syngur kór saman við Elini Smith og Elspu Metzdorff.
Konsertin er í kvøld klokkan 21