Kaj Klein gevur fløgu út

Kaj Klein er kendur frá øðrum tónleikaútgávum, men nú er hann aftur við fløgu, har hann letur kend føroysk løg í nýggjan búna

Kaj Klein er kendur frá øðrum tónleikaútgávum, men nú er hann aftur við fløgu, har hann letur kend føroysk løg í nýggjan búna


 
Kaj Klein gevur í hesum døgum út fløguna Hálvt frá Hálsi. Kaj kenna vit frá øðrum tónleikaútgávum, t.d. Plastnoist, sum hann gjørdi saman við bróðuri sínum Karl Anton.
Men nú er Kaj aftur fløgutøkur. Nýggja fløgan hevur 10 føroysk løg á, sum eru góð og kend millum manna, men á fløguni eru tey endurinnspæld í nýggjum búna.
Fløgan er innspæld í og rundanum Århus í árunum 1998 til 2005. Kaj hevur lagt tilrættis og Freddy Albrektsen hevur tikið sær av ljóðblandinum.
Umframt føroyskar tónleikarar, eru ungir og evnaríkir danskir tónleikarar at hoyra á fløguni. Fløgan fæst í Keypsamtøkuni í Hoyvík og í Havn og hjá Tutl og verður seinni  umleið hálvan august  at fáa kring alt landið.
Tað er forlagið We dont hava to records, ið gvur út.