Kaj hevur altíð slóðað og borgað fyri tónleiki, ið er júst so, sum hann sjálvur vil hava hann. Og so kunnu onnur verða samd ella ósamd. Eitt tað fyrsta, ið hoyrdist til Kaj, var bandútgáva í áttatiárunum, har serliga rockútsetingin av lagnum Kall og Svein Ungi var serlig, og hevur slóðað fyri øðrum liknandi og vældámdum útsetingum av sama lag seinni.
Kaj, og bróðurin Karl Anton, sáli, høvdu eisini bólkin Plastnoist, ið var heilt serstakur og ikki líktist øðrum bólkum. Bólkurin gav nakrar útgávur út, og standa hesar enn sum varðar og minna á menn, ið gingu egnar leiðir.
Kaj Klein stóð eisini fyri upptøkuni av útgávuni hjá bólkinum Mold, sum kom fyri eini 10 - 15 árum síðani. Hesin bólkur var eisini serstakur, og hóskaði Kaj óivað væl sum ljóðblandari og maðurin við knøttarnar. Seinni tóku nakrir av manningini í Mold seg saman til bólkin 200, og tað sást, at samspælið við Kaj var serligt og haldbært, tá Kaj spældi løg hjá Plastnoist saman við 200 til Planet Awards fyri eini tveimum árum síðani.
Fyri lítlum ári síðani kom útgávan, ið kallast Úr Maskinrúminum, har Kaj á sín serstaka hátt, og við djúpu røddini, tulkar føroyskar slagarar. Ein útgáva, ið hevur víst seg at vinna við tíðini.
Kaj hevur búð í Danmark í mong ár og ger tað enn. Kaj, og unnustan Elin, halda runda føðingardagin heima tann 23. august, og har verður tónleikur at hoyra, tí fleiri fara at spæla føðingardagin.