Tað var øgiligur spenningur, tá ið kappingin um FM fyri einstaklingar millum unglingar varð avgjørd í dag.
Tá ið níggjunda umfar var av, høvdu bæði Ragnar Weihe og Kaj Olsen 6 ½ stig, meðan Luitjen Akselsson Apol hevði 6 stig og harvið hevði vunnið triðja plássið.
Tað var neyðugt við umdysti fyri at finna meistaran. Ragnar Weihe og Kaj Olsen telvaðu fyrst tvey talv, sum bæði endaðu remis. So var neyðugt at avgera í tveimum skjóttalvum, og tá eydnaðist tað Kaj Olsen at vinna bæði talvini og harvið at tryggja sær FM heitið.
Eftir áttanda umfar fríggjadagin var Ragnar Weihe úr Sandavági fremstur við 6 stigum, meðan Kaj Olsen saman við Luitjen Akselsson Apol hevði 5 ½ stig.
Í síðsta umfari í dag vann Kaj Olsen á Elias Petersen, meðan tað endaði remis millum Rógva Mørkøre og Ragnar Weihe, og so var neyðugt við umdystinum, sum Kaj Olsen vann.