Kaj Ennigarð til KÍ

KÍ kundi í gjárkvøldið boða frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Kaj Ennigarð úr GÍ. Kaj er 22 ára gamal, og seinnu árini hevur hann verið fastur partur av GÍ-hópinum. Tað var tó ikki fyrr enn í ár, at hann veruliga beit seg fastan, og flestu eygleiðarar eru á einum máli um, at hann í ár var ein av hornasteinunum í góðu úrslitunum, sum GÍ fekk stóran part av árinum.