- Hetta er sjálvandi at fegnast um hjá okkum. Sjálvandi royna feløg altíð at styrkja sær um hópin, men fyrst og fremst hevur tað týdning, at vit kunnu halda upp á okkara egna fólk. Og nú er so greitt, at vit hava fingið Kaj aftur í hópin, og tað er ein veldugur styrkur hjá okkum.
Soleiðis sigur formaðurin í GÍ/LÍF, Andreas Poulsen, nú tað er greitt, at felagið aftur hevur fingið Kaj Ennigarð í hópin. Kaj er uppaldur í GÍ, men í ár hevur hann spælt við KÍ.
Fyrr í heyst var greitt, at eisini Hanus Jacobsen vendir heimaftur.