Kaj aftur í Gøtu

30. desember skrivaði Kaj Ennigarð undir sáttmála við GÍ/LÍF. Kaj spældi baraárini og fram til í fjør við GÍ, men seinasta kappingarár var hann partur av liðnum hjá KÍ. - Hetta er sjálvandi at fegnast um hjá okkum. Sjálvandi royna feløg altíð at styrkja sær um hópin, men fyrst og fremst hevur tað týdning, at vit kunnu halda upp á okkara egna fólk. Og nú er so greitt, at vit hava fingið Kaj aftur í hópin, og tað er ein veldugur styrkur hjá okkum, sigur Andreas Poulsen, formaður hjá GÍ.