Kaita má hava løgregluverju

Nigerianski miðvallarleikarin hevur fingið fleiri deyðshóttanir eftir útvísingina móti Grikkalandi. Vit hava fingið eyka vaktir á okkara hotelli orsakað av hóttanunum. Hvussu trygdin annars sær út um Kaita, kann eg ikki úttala meg um, sigur talsmaðurin hjá Nigeria, Idah Peterside við svenska blaðið, Expressen.

Sani Kaita fekk reyða kortið eftir 33 minuttum í dystinum móti Grikkalandi, tá hann púra óprovokeraður stemplaði Torosidis. Støðan tá var 1-0 til Nigeria, men sum kunnugt endaði dysturin 2-1 til Grikkaland.

Eftir dystin bleiv facebook-síðan hjá Kaita fylt við hóttanum og negativum viðmerkingum. Hetta helt fram dagin eftir, og talið kom upp um 1000 hóttanir. Kaita hevur umborið seg á facebook, men hóttanirnar halda fram.

Nigeria hevur tí sett seg í samband við FIFA fyri at fáa eyka verju. Nigeria spælir móti Suðurkorea í morgin.