Kahn er ein stórur ítróttarmaður

Týski málmaðurin Oliver Kahn hevur boðað frá, at hann gevst at spæla fyri týska landsliðið. Kahn var eykamálamaður hjá Týsklandi undir HM, tí venjarin vildi heldur hava Jens Lehmann at verja málið.
- Eg kann ikki rósa Kahn nóg mikið. Hann vísti seg sum ein stóran ítróttarmann, tá vit valdu Jens Lehmann at verja málið á landsliðnum undir HM, sigur Jurgen Klinsmann, landsliðsvenjari.
- Eg má takka honum fyri stóra avrikið til frama fyri liðið undir HM, sigur hann.Oliver Kahn heldur tó fram at spæla fyri týska meistaraliðið Bayern Munchen.