Týskland-Føroyar
Hannover: Tað mundi ikki vera serliga hugaligt hjá Rudi Völler, tá hann kom til tíðindafundin beint eftir at Henrik Larsen hevði sagt sína hugsan um dystin.
Völler hevur annars alla tíðina havt eitt gott forhold til týsku pressuna, sum annars kann vera rættiliga hørð við landsliðsvenjararnar, men mikudagin kendi hann seg týðiliga kroystan.
Vardi leikararnar
Landsliðsvenjarin legði fyrst og fremst stóran dent á at verja leikarar sínar, men hann ásannaði, at tá tú misnýtir ov nógv, so kanst tú verða revsaður.
Eisini legði hann dent á, at hetta úrslitið eisini var ein staðfesting av, at tað ikki longur finnast nakrir lættir dystir í altjóða fótbólti, og at leikararnir eru noyddir at geva seg 100% hvørja ferð.
- Tað hevur einki at siga, at vit eru 80 milliónir her í Týsklandi, meðan Føroyar eru 45.000. Tað eru ellivu móti ellivu á vøllinum kortini.
Eisini gav hann føroysku leikarunum nógvar rósur fyri teirra hugburð til spælið og vilja til at skapa ein dyst.
Fyri føroyingar mundi hugaligasta løtan vera, tá ein týskur blaðmaður dittaði sær at spyrja, hvørt tað nú eisini var rætt at nýta Oliver Kahn í málinum. Kahn hevur nevnliga í seinastuni verið fyri nógvum atfinningum frá ymsum bløðum, sum halda at Jens Lehmann úr Borussia Dortmund átti at verið tikin framum.
Fyrst tosaði Völler í orðum, sum ikki vóru við í vanliga týskt-pensuminum við blaðmanninum, og eftirfylgjandi kom so staðfestingin, sum ivaleyst lyftir føroyska avrikið enn eitt stig uppeftir.
- Kahn var maðurin, sum bjargaði okkum frá einum 2-2 javnleiki. So einfalt er tað, staðfesti Völler.