Kaggin vann tepurt á Klaksvík

-men Bjarni Skaalum tók øll á bóli við metúrsliti

Billard

Í kappingini í 1. deild í billard hevur dystur verið millum Kaggan og Klaksvíkar Billardfelag. Úrslitið gjørdist, at Kaggin vann tepran sigur við 10-8. Tað tryggjar tó sigursgongdini hjá Kaggaliðnum, sum higartil í ár hevur tikið mest sum øll billardáhugað á bóli. Kaggin vann fyrstu dystirnar móti ávikavist Havnar Klubba og Tvøroyrar Billardfelag 18-0.

Stóri spælarin í dystunum millum Kaggan og klaksvíkingar var Bjarni Skaalum, sum skoraði sítt besta úrslit nakrantíð. Hann vann allar dystirnar. Tá avtornaði hevði Bjarni ikki minni enn 37,63 eygu í meðal, sum liggur sera tætt upp at føroyameti. Hann hevði dystirnar 934, 704 og 620. Hann átti eisini besta umfarið uppá 230 eygu. Við slíkum úrslitum er Bjarni ein greiður finalistur til einstaklingakappingina í billard í ár. Bjarni sýndi meistarligt spæl.

Næstbestur í kappingini var sum roknað við Krisjan Sune Høgnesen úr Klaksvík við 29.4 eygu í meðal. Hann tapti móti Bjarna sum vera man.

At Kaggin megnaði at vinna á fleirfalt føroyameistarunum úr Klaksvik er so eisini Steinbirni í Dali at takka. Hann tók ikki færri enn tveir klaksvíkingar á bóli. Triði spælarin á Kaggalinum, Jan Müller varð lítið verdur henda dagin. Hann tapti allar sínar dystir. Hinir spælararnir á Klaksvíkar liðnum vóru Sonhard Johannesen og Njál Petersen sum vunnu hvør sín dyst.