Kaggin framvegis á vinnarakós

- men við Klaksvíkar Klubba í hølunum

Billard

Kappingin í oddinum í 1. deild í billard gerst alsamt meira spennandi. Tað
eydnaðist Kagganum 1 at leggja seg á odda frá byrjan, og enn hevur tað so
ikki eydnast nøkrum av hinum liðunum at taka Kaggan aftur. Tó so -
Klaksvíkar Klubbi kemur skúmandi fram móti oddinum og liggur nú bara fýra
stig aftanfyri. Og felagið hevur so eisini spælt eina kapping minni. Tað í
sær sjálvum merkir í veruleikanum, at klaksvíkingar liggja best fyri í
svinginum. Nr. 3 er Havnar Klubbi við 20 stigum. Tvørámenn hava 12 stig og
Kaggin 2 4 stig.

Í 2. deild liggja klaksvíkingar á odda við 26 stigum. Teir liggja eisini
nr. 2, nú teir hava tvey lið í kappingini. Kaggin er nr. 3, Havnar Klubbi
nr. 4 og tvørámenn nr. 5