Billard
Billardsambandið
Kaggin 1 vann 10-8 á Havnar Klubba seinasta vikuskiftið og hevur harvið tryggjað sær framhaldandi oddaplássið í billardkappingini. Men tað var liðið hjá Klaksvíkar Klubba, sum gjørdi veruliga vart við seg í kappingini. Teir tríggir billardmusketerarnir úr Klaksvík, Krisjan Sune, Ólavur og Sonhard niðurspældu Kagga 2 liðið við at vinna 18-0. Hóast kaggamenn í einstøkum dystum bert vóru fá eygu frá at vinna, so vóru klaksvíkingar suverenir og hava teir við hesum stórsigrinum í sínum fyrsta dysti í ár víst, at teir verða ikki lættir at syfta. Hóast Havnar Klubbi hevur styrkt sítt lið við landsins besta spælara, Henning Petersen, sum hevur størsta meðaltalið í løtuni, sum verður ringt at vinna á einum so homogenum og jøvnum liði, sum tí hjá klaksvíkingum. Men allar súðir eru langt frá syftar. Spónurin er júst settur í billardgreytin. Kaggin 1 hevur 24 stig fyri tvey umfør, Klaksvíkar Klubbi hevur 18 stig fyri eitt umfar. Havnar Klubbi er á tirðja plássi eisini við 18 stigum, síðani kemur Tvøroyrar Klubbi við 8 stigum og Kaggi 2 við 4 stigum. Klaksvík og Tvøroyri hava bert spælt eitt umfar.
Um einstøku úrslitini er at siga, at teir báðir, Krisjan Sune Høgnesen og Henning Petersen, liggja rættiliga javnir og hava eitt meðaltal, sum liggur langt frammanfyri hinar spælararnar. Hetta kundi bent á, at vit í ár fara at fáa eina staklingafinalu millum teir báðar.