Tað hevur leingi verið á veg, men sambært Daily Star fer Shinji Kawaga at skriva undir sáttmála við Manchester United í næstu viku.
Tað merkir, at feløgini, United og Borussia Dortmund, eru vorðin samd um ein prís, sum eftir øllum at døma er 130 milliónir krónur, sum kann økjast til 180 milliónir alt eftir spælitíð og bonusskipanum.
Kawaga er í løtuni við japanska landsliðnum, sum skal spæla undankappingardystir til HM móti Oman og Jordan, men tá teir eru avgreiddir, fer hann at skriva undir sáttmálan, sum gevur honum oman fyri hálva millión krónur í løn um vikuna.
23 ára gamli miðvallarleikarin hevði bara eitt ár eftir av sáttmálanum við týsku meistararnar, og Dortmund hevur gjørt av at selja leikaran nú, eftir at Kawaga gjørdi greitt, at hann fór ikki at skriva undir nýggjan sáttmála við felagið.