Kaffihúsið letur upp kondittarí

Kaffihúsið, sum húsast á Bryggju­bakka 14, veksur nú um sítt virksemi við kond­ittaríi og í morgin, tá latið ver­ð­ur upp fyrstu ferð, fer Jens Marni Hansen at und­ir­halda
Lis Eklund í Niðristovu, sum eigur og rekur Kaffi­hús­ið, hevur leigað seg inn í ein størri part av niðaru hæddini í bygn­inginum, sum Føroya Fisk­i­mann­a­felag eigur.

Vilmund Jacobsen

– Tá vit lata henda nýggja part­in upp í morgin við kond­­ittaríi, verður gang­andi mill­um kafe’ina og kond­itt­aríið.
Hon sigur, at í nýggju høl­u­­num eru 30 nýggj sitipláss, og her hava vit okkara egna kond­i­ttarí.

– Vit hava fingið nógvar á­­heit­anir um at selja heim­a­bak­­aðar køkur, og nú fara vit eis­ini at selja køkur út úr hús­i­­num, eitt nú veitslukøkur til brúd­­leyp, konfirmatiónir, barn­­­a­dópar og annað.

Lis sigur, at talan er ikki um, at Kaffihúsið hevur bak­arí í orðsins rætta týdningi, sum fer at baka rugbreyð, wien­­ar­­breyð og slíkt.

– Men, vit hava ovn og alt, sum hoyrir til eitt kon­dit­t­­arí. Vit fara soleiðis eisini at gera køk­una, sum gamla Kond­itt­aríið var so kent fyri, og her hava vit fingið uppskriftina frá Heina Restorff. Men, hetta verður bert ein av mong­­um, legg­ur hon aftrat.

Tá nýggja kondittaríið hjá Kaff­­­ihús­i­num ­letur upp í morg­in klokkan 13, fer Jens Marni Hansen at undirhalda í tím­anum millum klokkan 14 og 15.

– Opið verður í morgin til klokk­an 18, og øll eru hjart­a­liga vælkomin at síggja kond­itt­ar­í­ið og nýggju og snot­u­ligu hølini, sum nú eru partur av okkara virksemi, sigur Lis Ek­­lund í Niðristovu.