Kaffigrugg

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Fyri tveimum miðladøgum og tíggju krússum av kaffi síðani kundi tú steindoyggja við brestin á staðnum so tað ikki lirraði i tær av fleiri enn hálvum triðja koppi av kaffi um dagin.
Í gjár kundi tú liva longur enn øldina, og liva væl eisini, ikki bara hóra, drekkur tú minst eina kannu um dagin, helst tvær.
Kaffi er, sambært granskarum og vísindafólkum og øðrum sjálvklókum fólkum, sum vita so væl kósina millum skerini á lívsleiðini, kaffi er, siga tey, skaðiligt og drepandi annan hvønn dag og heilsugott og ódeyðiliggerandi annan hvønn.
Hvørjum skulu vit trúgva? Vit kasta lut og fáa okkum upp í aftur krússið í meðan.
Nú siga tey gera kaffi, ja, onkur sigur bryggja kaffi. Fyrr søgdu tey, at tey kókaðu kaffi. Nú skal vatnið bara vera 98 stig. Tá eg geri kaffi, er tað so sterkt, at tey siga, tað er hvørki kókað ella bryggjað, men steikt.
Kaffi skal vera sterkt, krútsterkt, annars kanst tú tað sama drekka UV-gelt vatn.
Ivaleyst var meira veiggj í kaffi fyrr, sum í øllum øðrum, áðrenn tey heilsufremjandi frelstu fingu eina av sínum gleðikøvandi opinberingum í starvsstovuni. Ov nógv eitur er í kaffinum. Kaffisutl drepur.
Og so kom enn ein pseudovøra, kaffi við ongum koffeini. Kaffilíki, kaffisurrogat.
Alt, sum smakkar væl og ikki minst virkar væl, fæst nú uttan tað, sum smakkar væl og virkar væl. Light my ass.
Roynið at festa í eina leit okkurt. Tað brennur ikki.
Meðan vit bíða eftir næstu hávísindaligu niðurstøðuni um kaffi, ræður um at drekka so nógv kaffi sum gjørligt, tí beint nú er tað gott fyri alt, eisini trúvirðið og opinleikan, men tíbetur ikki fyri fólkaræðið. Føroyingar drekka alt ov lítið kaffi. Tað er so dýrt, so dýrt.
Nú valdast kaffi sjálvandi. Tú kanst fáa brúnt, lunkað vatn, sum tey rópa kaffi, eitt nú í flogførum. Og tú kanst fáa heitan, sterkan gudadrykk frá teimum fáu úrvaldu, sum duga at gera kaffi. Tey eru fá, sera fá.
Til ber at lata annað út í kaffi enn vatn og mjólk. Brennivín til dømis. Dyggasta uppskriftin, sum ikki slær falskar mentir, er hendan: legg eina krónu í krússið, stoyt so kaffi í til krónan ikki sæst longur, og so brennivín til krónan sæst aftur. Væl gagnist. Ikki so sterkt, at krónan ikki kann brúkast aftur. Hon er ein góð íløga.
Ein kaffikjaftur av kaffipunsi um dagin er góður fyri heilsuna. Tveir eru dupult so góðir.
Politikkurin kom sjálvandi eisini bóltandi niður í kaffikrússið. Burðardygd og vistfrøði, drekkið ikki kaffi malið úr kaffibønum, sum ólønt børn hava biðið fyri. Stuðlið fátækum bóndum við at keypa teirra kaffi, sum er dýrari enn annað kaffi, so kapitalistarnir ikki skúma kaffiróman.
Kaffi er ein sosialur drykkur. Og eisini mentaður.
Í Reykjavík eru bókahandlarnir tempul, sum eru opin langt út á kvøldið. Bøkur á tveimum ella trimum hæddum og kaffistova.
Íslendingum dámar væl bøkur. Í Reykjavík eru eisini fornbókasølur. Og har er sanniliga vert at fara inn á gólvið, tað lítla av gólvi, sum er eftir, tí gamlar lisnar bøkur taka flestu fermetrarnar. Dungar av bókum, bókafjøll, kilometrar av bókum á hillunum.
Gerið eina útferð hagar við varmafløsku og endiliga kumpassi, tí lætt er at villast í bókarúgvunum. Og nørdarnir har inni vita ikki, hvar norður er.
Og nú fari eg at steikja mær brent kaffi.
Í grugginum ber til at finna forsagnir, eftirlítandi forsagnir. Eg síggi, at í morgin regnar, sunnudagin regnar, mánadagin regnar, ja, allar dagar regnar.
Bindið fyri kaffiposan.