Kaffifundurin útsettur

Fundurin um fullveldismálið millum landsstýrið og Javnaðarflokkin er útsettur til í komandi viku

Fríggjadagin í fyrru viku var Javnaðarflokkurin á óformellum kaffifundi í Tinganesi. Talan var um ein fund, har landsstýrið kunnaði um arbeiðið við fullveldisætlanini, og var fundurin ein partur av tí, sum løgmaður kallar »tann politiska prosessin« í arbeiðinum at gera klárt eitt samráðingarupplegg til samráðingarnar við donsku stjórnina um broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya.

Á fundinum varð gjørt av, at partarnir skuldu møtast aftur seint í hesi vikuni. Men tá Sosialurin tosaði við landsstýrið og Jóannes Eidesgaard í gjár var enn eingin fundur avtalaður.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, hevur í vikuni verið burturstæddur, og er ein lítil misskiljing í hesum sambandi helst orsøkin til, at eingin fundur enn hevur verið. Høgni Hoydal helt nevniliga, at løgmaður skuldi boða til fundar, meðan løgmaður helt, at tað var Høgni Hoydal, ið skuldi geva fundarboð.

Væntast kann, at fundurin millum landsstýrið og Javnaðarflokkin verður hildin mánadagin ella týsdagin. Seinni skal landsstýrið eisini halda fundir við Miðflokkin og Sambandsflokkin.