Undir vanligum umstøðum er tað eitt gott hugskot, at halda seg langt burtur, tá ið elefantar sleppa sær av við tað, sum teir hava etið. Men soleiðis er ikki í norður Tailandi, tí har fylgja tey væl við í nær og hvar elefantar skíta.
Orsøkin til hetta er, at elefantarnir har hava fullan maga av virðismiklum kaffibønum, og úr hesum bønum verður heimsins dýrasta kaffi framleitt.
Sendingin hjá DR1, 21søndag, hevur verið á vitjan í regnskóginum, har tey framleiða lortakaffi, sum kostar 6000 krónur kiloið. Maðurin handan hugskotið eitur Blake Dinkin. Í eitt ár hevur hann givið elefantum eitt serligt slag av kaffibønum. Tá ið bønirnar ferðast gjøgnum magan hjá elefantunum hendir ein niðurbróting, sum gevur kaffibønunum ein serstakan smakk.
Lokalir elefant eigarar geva elefantunum kaffibønir, og savna tær innaftur, tá ið tær hava verið ígjøgnum magaskipanina hjá elefantunum. Teir vaska, og senda tær víðari til kaffiristing. Men 21søndag hevur eisini funnið fram til, at hesir menninir undir ongum umstøðum vilja drekka hetta kaffi sjálvir.
Sendingin hevur verið víst í kvøld, og tú kanst síggja hana á heimasíðuni hjá DR.