Kristin F. Enga, sum lesur á Universitetinum í Tromsø, hevur kannað, hvussu nógvar koppar av kaffi eru ráðiligir at drekka í ein dag.
Kanningar hava áður víst, at kaffi kann hava týdning móti eitt nú krabbameini, alzheimer, sukursjúku, hjartatilburði og parkinson.
Kristin hevur kannað nærri, hvussu vorðið er við blóðtøppum í æðrum, sum føra blóðið til hjartað.
- Fólk, sum drekka 3-6 koppar av kaffi um dagin, hava 30% minni útlit til blóðtøpp samanborið við fólk, sum ikki drekka kaffi, sigur Kristin F. Enga.










