Tað betri at drekka ein kopp av kaffi heldur enn ein orkudrykk, um tú treingir til at ernast upp.
Tey bæði evnini, koffein og taurin, virka stimulerandi upp á hvør sín máta, men tað er ikki gott, um tey verða blandað. Tað stendur at lesa á forskning.no.
Sambært úrslitinum av eini nýggjari kanning úr Australia, er tað betri at drekka ein kopp av kaffi heldur enn ein orkudrykk, um tú treingir til at lívgast upp alt fyri eitt.
Fólkini handan kanningina hava brúkt ein ávísan mátara, ið vísir, hvussu væl fólk skilja óklárar upplýsingar frá sansunum. Hetta kann til dømis vera ein persónur, ið gongur á einum myrkum vegi.
Granskararnir góvu 19 fólkum koffein, og tey kláraðu seg nógv betri í kanningini, enn tá tey fingu bæði koffein og taurin blandað, júst eins og tað ofta er í orkudrykkum.
Ein onnur amerikansk kanning frá oktober í fjør vísir tað sama: Taurin minkar um ta uppkvikkandi effektina av koffeini.
Taurin finst natúrliga í kroppinum. Drekkur tú ein orkudrykk, ið inniheldur taurin, stimulerar tað nervalagið og vøddarnar. Tað kann gera, at tú fært meira burtur úr venjing, men eisini eina vánaligari effekt av koffeini.