Kafe á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Torradagar eru í Klaksvík hesa vikuna og fleiri tiltøk hava verið í býnum. Hóast Torradagar eru mentanardagar hevur ljós eisini verið varpað á heilsu

Torradagar eru í Klaksvík hesa vikuna og fleiri tiltøk hava verið í býnum. Hóast Torradagar eru mentanardagar hevur ljós eisini verið varpað á heilsu hesar dagarnar. Rennifelagið Treysti hevur skipað fyri Torra renning í dag, og Klaksvíkar Sjúkrahús hevur, sum undanfarin ár, latið dyrnar upp fyri almenninginum við eini heilsukafe, sum Karsten Hansen setti.

 

Har varð bjóðað til ein heilsubetri bita, og møguleiki var eisini at kanna blóðtrýst, blóðsukur, kondi og BMI greiðir Jona Nielsen fyristøðukvinna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, frá. Um so er at virðini ikki eru í lagi verður tú ávístur til at fara til kommunulækna. 

 

Jona Nielsen sigur, at Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir við hesum at vísa at sjúkrahúsið er ein opin og viðkomandi stovnur í býnum.