Tað var Kommunala Arbeiðsgevarafelagi, KAF, sum 23. juni stevndi Pedagogfelagið í Fasta Gerðarrættin at fáa málið um størvini í forskúlunum í Havn loyst. KAF bað um fáa málið viðgjørt sum skundmál, men hesum hevur Halgir Winther Poulsen, ið er gerðarrættardómari í málinum, ikki eftirlíkað.
Sambært Pedagogfelagnum er Advokaturin, ið umboðar Føroya Pedagogfelag í málinum, burturstaddur og hevur tí biðið um, at fyrreikandi fundurin í gerðarrættinum ikki verður fyrr enn 3. juli. Hesum mótmælti advokaturin hjá KAF, men Halgir Winther Poulsen helt tó ikki málið hava sovorðnan skund, at tað ikki kundi bíða, til advokaturin hjá Pedagogfelagnum var afturkomin.
Gerðarrættardómarin hevur tískil ásett fyrireikandi fundin at vera hósdagin í næstu viku, 3. juli, kl. 10.
Pedagogfelagið sigur, at tað hevur álvarsligar avleiðingar at seta seg upp ímóti einum lýstum verkbanni. Í ringasta føri kann tað merkja útihýsing úr Pedagogfelagnum – sí faktaboksina niðast í greinini.
Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, leggur dent á, at tað er sera umráðandi, at limirnir standa saman í hesum týdningarmikla og prinsipiella máli.
– Felagið gongur sjálvandi út frá, at ongin ger ímóti boðunum um ikki at søkja hesi størvini. Ger bara ein einstakur limur ímóti boðunum, kann hetta elva til stóran ampa og afturstig í royndum felagsins at vinna hesum starvsbólki rímilig og ikki minst rættvís viðurskifti, sigur hon.
Fakta:
Tá Føroya Pedagogfelag hevur lýst verkbann, hava limirnir skyldu at halda tað. Grein 6 í lógum felagsins ásetir avleiðingarnar fyri brot á limaskyldur:
§ 6 Brot á limaskyldur
1. stk. Nevndin kann fyri styttri ella longri tíðarskeið koyra úr felagnum limir, ið bróta avtalur ella sáttmála, ið felagið hevur gjørt ella á einhvønn annan hátt mótarbeiða áhugamálum felagsins.Er talan um álvarsom brot, kann nevndin avgera, at limur verður koyrdur úr felagnum. Nevndin kann í staðin taka avgerð um at áleggja slíkum limum sekt, sum í mesta lagi svarar til 1 mánaðarløn sambært byrjunarlønini fyri pedagogar í galdandi pedagogsáttmála.
2. stk. Limur hevur rætt til skrivliga ella munnliga, at føra fram síni sjónarmið fyri nevndini, áðrenn avgerð verður tikin.
3. stk. Limurin, sum fyri styttri ella longri tíð ella endaliga verður koyrdur úr felagnum, kann krevja, at spurningurin verður lagdur fyri fyrstkomandi aðalfund til endaliga avgerðar.
4. stk. Til at samtykkja at koyra lim úr felagnum samb. 1.stk. og á aðalfundinum samb. 3.stk. krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum, sum eru á fundi, atkvøða fyri.
5. stk. Nevndin kann, eftir skrivliga ávaring koyra lim, ið er í eftirstøðu í meira enn 3 mánaðir, úr felagnum.
6. stk. Ein limur, sum er koyrdur úr felagnum, kann eftir umsókn gerast limur aftur, tá nevndin heldur hetta, móti gjaldi, sum nevndin ásetur. Gjaldið kann í mesta lagi svara til 1 mánaðarløn sambært byrjunarlønini fyri pedagogar í galdandi sáttmála. Noktar nevndin at geva viðkomandi limaskap aftur, kann viðkomandi krevja, at spurningurin verður lagdur fyri fyrstkomandi aðalfund til viðgerðar.










