Hvussu skal fyrireikingartíðin hjá pedagogunum skipast í framtíðini? Hetta er ein spurningur, sum umboð fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið nú skulu viðgera og greina.
Hetta hendir, eftir at eitt ávíst samskifti hevur verið millum báðar partarnar, nú verkfallið hevur vart í nærum tríggjar vikur. Eitt av krøvunum í samráðingunum hevur júst verið, at allir pedagogar og hjálparfólk við pedagogiskari ábyrgd skulu hava í minsta lagi tveir tímar um vikuna at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.
Tað vísir seg, at viðurskiftini á dagstovnaøkinum kring landið eru ymisk, og tí bjóðaði KAF sær at seta ein arbeiðsbólk saman við Pedagogfelagnum at lýsa, hvussu fyrireikingartíðin í dag er skipað. Í hesum liggur eisini møguleikin at finna fram ein felags leist fyri fyrireikingartíðina frameftir.
Sum fyrsta stig á leiðini hevur KAF avgjørt at kalla borgarstjórarnar fyri allar kommunurnar á fund um fyrireikingartíð á dagstovnaøkinum. Hesin fundurin verður á Hotel Føroyum mikudagin í næstu viku.
KAF hevur somuleiðis boðað Pedagogfelagnum frá, at tað fer at viðgera øll viðurskifti um fyrireikingartíð saman við kommununum.
Sagt verður eisini, at Pedagogfelagið hevur fingið í boði at vera við og greiða kommununum frá sínum sjónarmiðum.










