Kafékvøld á Ørkini í Reykjavík

Hesar dagarnar eru nógvir føroyskir tónleikarir í Reykjavík í sambandi við AME-Reykjavík, men longu í kvøld ber til at hoyra smakksroynd á Ørkini. Tey flestu av føroysku listarfólkunum búgva á Ørkini og Hotellið er fullsett hesar dagarnar. Ørkin hevur gjørt avtalu við fleiri av luttakandi bólkum at undirhalda á kafékvøldinum.

 

Fyristøðuparið Elin og Símun Hansen úr Skopun, hava leingi glett seg til hesa hugnaløtu saman við føroyingum í Íslandi og okkara heimsstjørnum, sum fara at spæla fyri okkum. Í ár er stór renovering framd á Ørkini, sum nú hevur fingið nýggj teppir, og staðið er nýmálað.

Kafékvøld verður hildið á føroyska sjömansheiminum Ørkini, Brautarholti 29 í Reykjavík.

Fleiri aðrar minni konsertir vera í kvøld og onnur kvøld ymsa staðni í býnum.

 

At enda sigur fyristøðuparið smílandi, at hugnaløtan vil serliga gagna føroyingum, sum hava búð nógv ár í Íslandi, og ikki øll eru so væl gongd at tey fara á Nasa seint leygarkvøldið.

 

Tónleikararnir hava skund hesar dagarnar, og tískil er ilt at siga hvør verður við. Vit vita í øllum førum, at hesar stjørnur eru í Reykjavík: Teitur, Eivör við manning, Høgni Lisberg Band, Gestir við strúkarum, Brandur Enni við Lorenzo Kilman og Jóhanna Guðrun.

 

Eisini kunna fólk hetta sama fylgja Jógvani Hansen á Støð 2, sum er í beinleiðis hálvfinalu á X-Faktor og stemma uppá hann via sms á íslendska fatelefon ella við at ringja frá islendskari fastneti.

 

Tað er Ørkin og Føroyingafelagið sum skipa fyri hesum kafékvøldinum, sum er ókeypis og byrjar kl 20:00 fríggjakvøldið. Høvi verður at keypa sær kaffi og køku.

 

Grein: Edmund S. Jacobsen