Frá 2013 til 2014 meira enn tvífaldaðist talið av kærum til Løgtingsins umboðsmann, sum snúgva sum um innlit í mál hjá almennum og kommunalum myndugleikum.
Hetta sæst í ársfrágreiðingini hjá Løgtingsins umboðsmanni.
Í 2012 fekk Løgtingsins umboðsmaður 13 kærur um innlitsmál, í 2013 vaks talið upp í 15, meðan í fjør eksploderaði talið og var 32 kærur.
So seint sum í gjár varð ein avgerð í einum innlitsmáli almenn, tá Løgtingsins umboðsmaður gav Almennaverkinum eina átalu fyri at hava brúkt 1 ár og 4 mánaðir í at lata innlit í eitt mál.
Í fjør vóru næstflestar kærur til Løgtingsins umboðsmann um starvsfólkamál – tær vóru 11 í tali – og triðflestar vóru um almannamál – tær vóru 8 í tali.