Kærkomin hjálp til ÍF

ÍF boðar frá, at felagið komandi kappingarár fær hjálp frá kendum vinstra bakki

Jan Ó. Ellingsgaard verður partur av liðnum hjá ÍF komandi kappingarár. Tað var annars ikki meiningin. ÍF hevur leitað eftir vinstra bakki, men leitingin er nú avblást, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Jan kemur ikki at verða partur av hópinum frá byrjan. Hann lesur niðri, men verður liðugur í maj. 24 ára gamli vinstri bakkurin hevur spælt 188 dystir fyri ÍF.

 

ÍF hevur eisini fingið tilgongd av Adeshina Lawal, Andy Olsen, André Olsen, Predrag Markovic og Sjúrði Jacobsen, meðan Jákup Mikkelsen er givin.