Kæra til Løgtingsins umboðsmann um Covid-19

Niðanfyri er brot úr skrivi, sent í dag til Løgtingsins umboðsmann! 

 

Høvuðsskjalið við kæruni er  "Covid-19 og fall Hippocratesar"!

 

 COVID-19 Vaccine Adverse Events.pdf

 

 FLCCC Teaches Remedies to Reverse _Spike Protei...

 

Løgtingsins umboðsmaður!

 

Sambært leiðreglunum á heimasíðuni lum.fo, so er ávíst sum talar fyri, at tygum ikki hava møguleika at viðgerða kæruna, tá talan er um kæru við tilknýti til Covid-19 átakið, sum hevur eitt ávíst læknafrøðiligt tilknýti.

 

Vóni tó at tygum gera tygum kunnugan við viðlagda tilfar, tá kæran yvirskipað, einans krevur logikk, sum vit øll eru fødd við, og á ongan hátt læknafrøðiligan førleika.

 

Eg havi nýtt savnandi orðið "Heilsuverkið", sum havandi ábyrgd av Covid-19 átakinum, sum kæran tískil vendir sær ímóti.

 

(Heilsuverkið er at skilja sum: Heilsumálaráðið, Farsóttarnevndin, Heilsutrygd, Landssjúkrahúsið, Landsapotekarin, Kommunulæknafelagið)

 

Virðiliga, so fari eg at mæla til, at tygum sum tað fyrsta hyggur eftir leinkjunum niðanfyri, tó tær eru viðlagdar skjalinum "Covid-19 og fall Hippocratesar". Legg til merkis líkasælu mynduleikana, tá tað ræður um at taka hond um tey skaddu, og eins álvarsamt, at eftirmeta skilvísið í Covid-19 átakinum. Júst somu avbjóðingar hava vit herheima á klettunum, sum eg við kæruni ynski tygum taka hond um. Tygum eru einasti verjugarður millum Heilsuverkið og føroya fólk í Covid-19 átakinum!

 

§11d: Læknin William Makis greiðir frá, at 93 læknar eru deyðir í Kanada, fleiri teirra ungir. Treytin er, skalt tú virka sum lækni, at tú ert ”koppsettur”:

 

https://rumble.com/v1vkjh2-dr.-william-makis-says-there-are-93-dead-doctors-in-canada-since-covid-vacc.html

 

§11e: Patholog Ute Kruger, vísir á, eins og kanadiski læknin William Makis, omanfyri, stóran vøkstur í krabbameinstilburðum, eisini millum ung, og er talan um Turbo-krabbameinsvøkstur. Tey liva bert mánaðir eftir at sjúkan er staðfest, tá viðgerð er nyttuleys!

 

https://rumble.com/v1eth6h-pathologist-ute-kruger-covid-vaccines-and-turbo-cancer-pathological-evidenc.html

 

 

 

Vinarlig heilsan

 

Mourits M. Joensen