Kadima missir undirtøku

Tað stendur á hjá Ehud Olmert og hinum leiðarunum í Kadima-flokkinum at varðveita undirtøkuna uttan Ariel Sharon.

Í januar vístu kanningar, at tann nýggi flokkurin fór at fáa 44 umboð í tingið á valinum, sum verður tann 28. mars. Í fyrstani sá tað ikki út til, at flokkurin fór at missa stórvegis, eftir at Ariel Sharon var vorðin sjúkur, men nú vísir tað seg kortini at gera mun. Tann seinasta kanningin, sum bleiv almannakunngjørd týsdagin, gav Kadima 37 av teimum 120 tingsessunum.

Flokkurin er kortini nógv tann størsti, men eygleiðarar siga, at tess minni hann verður, tess truplari verður hjá hjá Ehud Olmert at skipa eina arbeiðsføra stjórn.