Tá Sharon legðist sjúkur, væntaðu flestu eygleiðararnir í Ísrael, at tað fór at forkoma nýggja flokki hansara, men nýggjar veljarakanningar vísa, at flokkurin fær minst líka stóra unditøku nú, sum áðrenn formaðurin mátti leggjast undir skurð fyri heilabløðing.
Læknarnir hava boðað frá, at Sharon verður ikki tann sami aftur, og at hann verður neyvan førur fyri at halda fram í politikki. Men tað tykist ikki ørkymla veljararnar. Sambært einari kanning hjá bløðunum Maariv og Haaretz í gjár fær Kadima 44 ella 45 av teimum 120 sessunum í tinginum, tá valið verður tann 28. mars. So stóra undirtøku hevur flokkurin ikki fingið í nakrari kanning fyrr.
Kanningin ghevur Arbeiðaraflokkinum ímillum 16 og 18 umboð í tingið, meðan tann borgarligi Likud fær ímillum 13 og 15 tingmenn.
Nógvir ísraelsmenn hava ivast í, um Ehud Olmert, varaforsætisráðharri, er førur fyri at taka við eftir Sharon, men kanningarnar benda á, at ísraelsmenn hava álit á honum. Undir valstríðnum hevur Olmert talað fyri at flyta fólkið úr nøkrum niðursetubygdum á Vestara Áarbakka, men at varðveita tær flerstu bygdirnar, og tað hevur uttann iva givið honum satkvøður.
Ísraelsku læknarnir søgdu í gjár, at Sharon hevur tað betur nú, men at kann taka mánaðir at fáa staðfest, hvusu stóran skaða hann hevur fingið av heilabløðingunum.