Fipurkaðalin, sum gongur millum Miðvág og Hvalba, er nú umvældur aftur. Fólk frá FT Net vóru við Brimli í seinastu viku og umvældu kaðalin.
Tað er kaðalin millum Miðvág og Hvalba, sum fekk brek í oktober Í fjør, sum nú er umvældur.
Neyðugt var at leggja kaðalin av nýggjum yvir eitt longri strekki, tí hann lá í rættiliga hørðum streymasjógvi, har umstøðurnar hava gjørt, at kaðalin er meltaður og slitin.
Í seinastu viku vóru veður- og streymviðurskiftini nóg góð til at gera umvælingina, og arbeiðið bleiv tí sett í gongd. Umvælingin bleiv gjørd av starvsfólkum hjá FT Net, í samstarvi við Vaktar- og bjargingarskipið Brimil hjá Vørn, og kaðalin var liðugt umvældur leygardagin.
Tvey fjarskiftissambond við fipurkaðli eru til Suðuroyar. Annað liggur millum Hvalba og Miðvág, og hitt liggur millum Skálavík og Víkarbyrgi. Harumframt er radiosamband tøkt sum tiltakssamband.