Kaðalarbeiði á Rossagøtuni í Havnardali

Í sambandi við at SEV fer at leggja nýggjan høvuðskaðal framvið rossagøtuni úr Havnardali til Húsareyn, verður arbeitt framvið rossagøtuni í heyst 2023. Arbeiðið verður lagt til rættis soleiðis, at arbeiðsøkini, sum SEV fer at arbeiða í, verða býtt í longdir á umleið 100 metrar. Kaðalin verður lagdur framvið gøtuni, og maskinur og tilfar fer at liggja á helvtini av gøtuni, so hvørt arbeiðið gongur.

 

Hetta merkir, at gøtan verður nakað smalri í arbeiðsøkinum í tíðarskeiðinum. Gøtan kann tó brúkast í allari arbeiðstíðini.

 

Arbeiðið byrjar 29. september 2023 og varir væntandi til 29. november 2023, skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.