Brimil hevur í dag lagt tele-kaðal millum Sund og Kaldbak. Skipið fór av Havnin um middagin í dag, og klokkan 15 var kaðalin komin á land í Kaldbak.
Veðrið var av tí besta til slíkt arbeiði.
Nakrar smærri umbyggingar eru gjørdar, so Brimil kann gera slík arbeiði, ið Føroya Tele stendur fyri.
- Ætlanin er eisini at leggja kaðal millum Skopun og Gomlurætt, og onnur arbeiðir skulu eisini gerast, sigur Fiskiveiðieftirlitið í dag.