Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við at leggja kaðal gjøgnum Hovstunnilin, soleiðis at øll Suðuroyggin nú er kaðal-løgd og gomlu luftlinjurnar fara í søguna.
Arbeiðið við at leggja kaðal í Hovstunlinum hevur verið gjørt um náttina og hevur hetta eisini ført við sær, at Hovstunnilin hevur verið stongdur um náttina. Í Hovstunlinum er stoytpur ein verjugarður í øðrum borðinum av tunlinum. Grús verður lagt í botnin, kaðlarnir lagdir í, og síðani er grús fylt útyvir.
Hetta arbeiðið er nú liðugt og Hovstunnilin er nú opin sum vant, skrivar Suðurrás.
Hetta merkir eisini, at Suðuroyggin er 100% kaðal-løgd. Umframt Suðuroynna, so eru tær smærru oyggjarnar Nólsoy, Koltur, Hest, Mykines og Skuvoy eisini kaðallagdar. Hetta er eisini galdandi fyri Sandoy og Borðy, og Kallsoy og Vágar eru 99% lagdar í kaðal. Fjarðaspenni eru tó millum nakrar av hesum oyggjum.
Hetta skrivar www.sudurras.fo, og har sæst eitt sindur meira um hetta.











