Kabarett í Løkshøll

Leygarkvøldið verður Kabaret við »4Fýrar« í Løkshøll í Runarvík

Leygarkvøldið verður Kabaret við »4Fýrar« í Løkshøll í Runarvík.

 

Teir sum manna bólkin »4 fýrar« eru Alvi Justinussen, John Andersen, Hallur Hansen og Rúni Klein Joensen. Allir hava í mong á spælt sjónleik og skemt í ávikavist Losjuni Glotti í Gøtu og Løkshøll í Runarvík.

 

Talan er um fyrstu kabaret hjá »4 fýrum«, og er talan um eina sokallaða landskabaret, har hesir 4 fýrar vilja seta fokus á ymisku hendingarnar í Føroyum á ein skemtuligan hátt.

 

Endamálsorðingin hjá 4 fýrum ljóðar soleiðis: 4Fýrar hava til endamáls at skipa fyri tiltøkum, sum fáa hvørt mansbarn at pissa í buks av berum látri og upplivilsi.