Eystanstevna
Eystanstevnu-kabarettin, sum Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu skipar fyri, hevur verið væl umtókt millum fólk.
Sunnudagin, 13. juni og mánadagin, 14. juni, verður kabarettin, sum fólk í økinum hava snikkað saman, sýnd í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Sunnudagin verður sýningin klokkan 17, og mánadagin fara tey á pallin klokkan 20.
Kostnaðurin fyri at síggja kabarettina er 80 krónur.
Á skránni er ymiskt til skemtunar, og eitt nú kunnu vit avdúka, at streep-tease verður at síggja.
Hvør streep-teas?in verður, fara vit ikki at avdúka, men vit kunnu siga so mikið, at hon er ikki eitt konufólk,men ein kendur maður í Runavíkar-økinum.