Ovastevna
Aftur í ár fara nólsoyingar at skipa fyri ovastevnu. Stevnan hesaferð, sum verður hildin
9., 10. og 11. august, verður tann 9. í røðini, síðan fyrsta ovastevnan varð
hildin í 1994.
Tað er stuðulsnevndin fyri svimjihyl í Nólsoy, sum skipar fyri stevnuni og
peningurin, sum kemur inn, fer til byggingina av svimjihyli eystanfyri skúlan.
Anny Niclasen, sum er í stuðulsnevndini, sigur, at tey nú eru í holt við at
fyrireika stevnuna.
- Nógv er at takast við, tí ein partur av fólkinum, sum plagar at vera við í fyrireikingunum, er burtur í summarfrí. Vit ætla tó, at skráin hesaferð skal verða líka so fjølbroytt og áhugaverd sum hini árini, sigur Anny.
Ovastevnan
væl vitjað
Tað skerst ikki burtur, at ovastevnan hevur verið rættiliga væl vitjað. Er veðrið gott, kemur nógv fólk út um fjørðin, bæði við strandferðsluni og við bátum, tí stuttur vegur er úr Havn og av Skálafjørðinum.
- Okkurt árið hevur Rytan siglt við ikki færri enn 1200 fólkum stevnudagarnar,
og tað halda vit vera nógv, sigur Anny.
Rytan plagar at sigla nógv meira enn vanligt vikuskiftið, tá ið stevnan er, og
serliga leygardagin og sunnunáttina er nógv sigling. Soleiðis verður eisini í ár.
Best vitjaðu tiltøkini á ovastevnu í fjør, vóru ivaleyst dansurin og kabarettin, sum plagar at vera óføra skemtilig.
Anny sigur, at bólkurin, Feed Back úr Nólsoy, spældi tað fyrra dansikvøldið á stevnuni í fjør, og tá vórðu 175 atgongumerki seld. Seinna kvøldið, sum vanliga er tað betra kvøldið, spældu Kim Hansen og vinmenn; tá vóru eini 400 fólk í dans í tjaldinum í skúlagarðinum.
- Í ár fara vit aftur at hava tjald standandi í skúlagarðinum. Tað fyrra kvøldið fer Countrybólkurin úr Klaksvík at spæla, og tað seinna fer Terji Rasmussen, sum nú býr í Nólsoy, at spæla saman við nólsoyingum.
Kabarettin er
hæddarpunktið
Anny sigur, at tey, sum venja kabarettina, eru farin í gongd og sum skilst, hava tey nógv góð evnir at arbeiða við.
- So, tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at fólk kunnu gleða seg,
sigur hon.
Kabarettin plagar at hava stóran áhuga, bæði millum nólsoyingar og tey, sum koma aðrastaðni. Hon verður framførd fríggjakvøld, leygarkvøld, sunnukvøld og mánakvøld, onkuntíð tvær ferðir um dagin.
- Annars er skráin fyri stevnuna ikki endaliga liðug enn, men umframt dans og kabaret, verður eisini tivoli, matsøla og ymisk onnur tiltøk.
Anny sigur, at eitt nýtt tiltak á skránni hesaferð, er ein kapping millum hundar, sum Rene Hansen kemur at standa fyri. Her koma eisini hundar úr øðrum bygdum til Nólsoyar at kappast.
Peningurin, sum kemur inn á ovastevnu, fer til svimjihylin, sum verður bygdur í Nólsoy. Enn líkist hetta ikki einum veruligum svimjihyli, men hetta er eitt stórt projekt, sum kostar nógvan pening. Sum skilst, er eingin peningur tøkur at arbeiða við í løtuni.