Nicholas Satchwell, Pætur Mikkjalsson og Allan Norðberg høvdu persónliga ikki tey allarbestu avrikini tá føroyingauppgerð var millum KA og Fram, men teir kunnu við liðfeløgunum fegnast um ein góðan 37-33 sigur á Fram á heimavølli í Akureyri.
Nicholas Satchwell hevði bert eina bjarging, meðan kappingarneytin í KA, Bruno Bernat hevði heilar 11 bjargingar. Pætur og Allan fingu einki mál fyri KA í kvøld.
Rógvi Dal-Christiansen og Vilhelm Poulsen kláraðu seg persónliga framúr væl, men teir mugu staðfesta harmiligt tap fyri KA. Rógvi Dal-Christiansen skoraði heili 11 mál í kvøld. Vilhelm Poulsen gjørdi aftur eitt gott hál í kvøld við at skjóta átta mál.
KA var á odda 17-12 í steðginum.
Í annaðkvøld klokkan 18.30 tekur liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, ÍBV móti Afturelding úti í Heimey.
Fram tekur móti Vali sunnudagin. Mánakvøldið vitjar KA Afturelding á útivølli, og sama kvøld spælir ÍBV útidyst móti Haukum.
|
Lið | Dystir | Málmunur | |
| Haukar | 7 | 207:174 | 11 stig |
| Valur | 7 | 208:177 | 11 |
| Stjarnan | 6 | 189:174 | 10 |
| FH | 7 | 190:174 | 9 |
| ÍBV | 5 | 144:138 | 8 stig |
| Afturelding | 6 | 175:163 | 8 |
| Fram | 7 | 195:194 | 8 stig |
| KA | 7 | 190:204 | 6 stig |
| Selfoss | 6 | 144:157 | 4 |
| Grótta | 6 | 155:165 | 3 |
| HK | 7 | 175:204 | 0 |
| Víkingur | 7 | 152:200 | 0 |











