KA slapp undan niðurflyting - ÍBV vann á oddaliðnum

Seinasta umfarið í grundspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini endaði væl hjá føroyingaliðunum

Liðið hjá Nicholas Satchwell og Allani Norðberg, KA sleppur undan at flytu niður í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

KA bjargaði sær við egnari megi við at vinna 31-30 (19-18) á Gróttu á útivølli. Bruno Bernat vardi málið hjá KA størsta partin av tíðini, so Nicholas fekk ikki nakran avgerandi leiklut í dag.

 

Samstundis tapti argasti kappingarneytin í niðurflytingarstríðnum, ÍR 30-32 (14-16) fyri Fram á útivølli.

 

KA endar sum nummar 10 av teimum 12 liðunum í deildini við 13 stigum, trimum fleiri enn ÍR sum flytur niður í næstbestu deildina saman við Hørði.

 

Dánjal Ragnarsson skoraði trý mál, tá hann og liðfelagarnir í ÍBV vunnu ein rimmar 35-25 (19-15) sigur á oddaliðnum, Vali á útivølli.

 

ÍBV endar á einum triðja plássi í endaspælinum við 30 stigum. Í endaspælinum skal ÍBV spæla móti Stjørnuni í fjórðingsfinalunum.