##med2##
Áki Egilsnes er farin í holt við sítt triðja kappingarár í íslendska felagnum, KA.
Tað hevur gingið persónliga væl hjá Áka higartil, og er hann toppskjútti hjá KA.
Hjá liðnum hevur gingið misjavnt, tó hava nøkur góð avrik eisini verið.
Í fjør flutti KA upp í bestu íslendsku hondbóltsdeildina, og Áki heldur, at liðið er við at stabilisera seg í deildini.