Kaðalin tryggjar Føroyum trygt fjarskifti

Fríggjamorgunin legði 6000 tons stóra kaðalskipið »IT Intrepid« SHEFA 2 kaðalin upp á land á Hvítanesi. Kaðalin tryggjar Føroyum trygt og munagott fjarskifti við útheimin í nógv ár frameftir

Fríggjamorgunin legði 6000 tons stóra kaðalskipið »IT Intrepid« SHEFA 2 kaðalin upp á Hvítanesi. Talan er um kaðalin, sum Føroya Tele leggur millum Føroyar og skotska meginlandið. Tá er fyrsti parturin av kaðlinum lagdur millum Føroyar og Hetland, og síðani verður restin løgd ímillum Hetland, Orknoyggjarnar og Skotland.


Føroya Tele hevur átikið sær at framtíðartryggja fjarskiftissambandið við útheimin við sjókaðalum. Tað verður gjørt við SHEFA 2, sum kemur afturat FARICE-kaðlinum millum Ísland, Føroyar og Skotland, ið var tikin í nýtslu í 2004, og Cantat 3, sum er “back up” hjá FARICE.


SHEFA 2 og FARICE kaðalsambondini fara at geva Føroyum at kalla óavmarkaða fjarskiftisorku mótvegis umheiminum, og fjarskiftistørvurin hjá føroyingum mótvegis útheiminum verður sostatt nøktaður í nógv ár frameftir. SHEFA 2 kaðalin kostar 120 milliónir krónur.


“SHEFA 2 er eisini ein fyritreyt fyri, at Føroya Tele kann víðka heimamarknaðin út um Føroyar. Eitt nú síggja vit møguleikar í at samstarva við oljufeløg um fjarskiftið út á oljupallar, tá SHEFA 2 er liðugur. Kaðalin fer somuleiðis at gagna øðrum føroyskum fyritøkum, sum ynskja at vaksa út um landoddarnar”, metir Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele.


mg