Í gjár komu bæði B36 og HB við viðmerkingum til Fótbóltssambandið og Kappingarnevndini, sum valdu at útseta 1. umfar seint í gjár, eftir at upprunaliga avtalan var at spæla uttan áskoðarar. Nú hevur KÍ meldað seg í kórið.
Í tíðindaskrivi í dag skrivar nevndin, at felagið ikki tekur undir við avgerðini at útseta 1. umfar í landskappingini, tí felagið metir at tað eru betri mátar at loysa avbjóðingina.
- FSF tók eina avgerð um at forbjóða áskoðarum at koma til dystin ímillum KÍ og B36. Hesa avgerð tók nevndin hjá KÍ ikki undir við, av tí at vit ikki mettu at tað var besti mátin at fylgja tilmælinum frá heilsumynduleikunum uppá, skivar nevndin hjá KÍ, sum eisini vísur á aðrar avbjóðingar við at steingja portrini.
- Um vit valdu at stongja portrini vóru vit vís í, at fólk fóru at samlast kring hegnið uttan at vit kundu stýra fólkamongdini. Vit skiltu at sporleikin á smittuni er mest umráðandi, fyri at mynduleikarnir kunnu finna fram til møgulig smittaði. Vit sendu FSF hesa ætlan men hoyrdu einki aftur uttan at umfarið var útsett, sigur nevndin hjá KÍ.
Hoydu einki aftur
Nevndin hjá KÍ sigur eisini, at tey settu seg í samband við Fótbóltssambandið, men hoyrdu ongantíð nakað aftur. Ein kritikkur av mannagongdini hjá Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum er, at feløgini ikki eru hoyrd.
- Vit undrast á hvussu FSF hevur valt at handfara hesa støðuna, uttan at tosa við feløgini, har vit saman kundu funnið eina loysn. Eingin ivi skal vera um, at KÍ tekur koronasmittuna í stórsta álvara og vil til eina og hvørja tíð fylgja tilmælunum frá heilsumyndileikanum, skrivar nevndin hjá KÍ.











