KÍ visti einki

Í tíðindaskrivi avsannar leiðslan í felagnum, at tey kendu nakað suk helst til ikki-skrásettu spælararnar undan dystinum móti Fram



KÍ sendi seinnapartin týsdagin út tíðindaskriv, har tey upp á tað harðasta avsanna, at nakar í felagnum skal hava kent til vantandi spæliloyvini hjá trimum leikarum.
Skrivið er sent, eftir at vit í útgávu okkara í gjár skrivaðu, at seiglívað leysatíðindini hava gingið um, at felagið kendi til hetta.
Í tíðindaskrivinum sigur KÍ, at tá dómsnevndin hjá FSF ein av fyrstu døgunum skal viðgera málið, kunnu tey ikki viðgera málið alment í smálutum. Men felagið slær fast, at tey ikki vóru varugt við mistakið fyrr enn tann 24. mars. Samstundis setti felagið seg í samband við ÍF og FSF og ger vart við mistakið.
Somuleiðis sigur KÍ, at tey hava verið í samband við nevndarlimir í ÍF, og at hesi hava váttað, at talan ikki hevði verið um samband millum feløgini um spæliloyvi av nøkrum slag, áðrenn tann 24. mars.
At enda sigur KÍ, at málið um leikara loyvini verður av leiðslu felagsins tikið í størsta álvara og verður tí í løtuni roynt at gera alt fyri at felagið ikki verður straffa órímuliga hart ítróttarliga fyri eitt mistak sum er farið fram á skrivaraborðinum.
- Felagið fer sjávsagt at taka einhvørja niðurstøðu frá dómsnevndini til eftirtektar og kann felagið heldur ikki gera beinleiðis viðmerkingar til málið fyrr enn dómsnevndin er komin til eina niðurstøðu.