KÍ-hópurin fer suður til Vágs longu leygardagin, og sum skilst, so eru allir mans tøkir. Sinisa Jovanovic hevði leikbann móti B36, men hann er við aftur. Tað sama er Iulian Florescu, sum hevur verið úti við skaða, og Paul Clapson, sum tó var við leygardagin, er nú heilt komin seg eftir skurðviðgerðina, sum hann hevur verið undir. Ætlanin var, at Christian Lundberg skudli koma til Klaksvíkar undan vikuskiftinum, og so fæst at síggja, um hann verður við í Vági. Ivasamt tykist vera, um Høgni Madsen, sum hevur ligið sjúkur í vikuni, kann spæla, men roknað verður við, at hann er partur av hópinum, sum skal til Vágs. Í Vági stendur hinvegin ikki eins væl til við fólki. Serstakliga er tað ein smeitur, at bæði Evrard Ble og Christan Solbaerg hava drigist við skaða. Hartil hevur Hallur Dam Joensen sum annars hevur staðið seg heilt væl eisini fingið skaða í lærkrikan, so tað er av álvara farið at tynnast við fólki hjá VB/Sumba.