KÍ vil hava Lasse

Lasse Andersen hevur ikki longt sáttmálan við HB enn

Tað er nógvar leysasøgur í føroyskum fótbólti um hetta mundið. Feløgini rigga av fyri hetta kappingarárið, og fyrireika seg til komandi kappingarár. Tvey av teimum eru HB og KÍ, sum í løtuni dystast um danska miðverjan hjá HB, Lasse Andersen.

 

HB hevur gjørt klárt til komandi kappingarár. Venjarin, Heimir Guðjónsson, og flestu av spælarunum hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár eisini. Undantøkini eru Brynjar Hlöðversson og Lasse Andersen.

 

Sum skilst, so gongur væl við samráðingunum við íslendska miðvallaran, Brynjar Hlöðversson, sum kom til HB undan hesum kappingarárinum. Hann er ein væl lýddur spælari í felagnum og eigur stóran lut í FM-heitinum.

 

Hinvegin, so skilst at tað gongur verri við samráðingunum við danska miðverjan, Lasse Andersen. Nú ljóðar, at KÍ hevur víst danska miðverjan stóran áhuga, og hevur bjóðað honum ein sáttmála, sum er størri enn tann, sum HB kann bjóðað. FM-vinnararnir hava í løtuni ein strangan lønarpolitikk, sum ger at ein spælari ikki kann tjena nógv meiri enn hinir.