KÍ vil hava Eyðun

Leiðslan í KÍ er eftir øllum at døma sera væl nøgd við arbeiðið, sum Eyðun Klakstein hevur gjørt, síðani hann tók yvir sum høvuðsvenjari hjá felagnum. Somikið væl nøgd, at honum nú stendur í boði at leingja sáttmálan. – Vit vilja fegnir hava venjaran at halda fram, og bæði hann og hjálparvenjarin umhugsa nú eitt útspæl frá felagnum, sigur Aksel Johannesen, formaður í Sp/f KÍ. Hann roknar við, at venjaraspurningurin verður avgreiddur innan fáar dagar.