KÍ verður aftur í Europa

HB syrgdi fyri, at tað verður KÍ og ikki Víkingur, sum næsta summar fer at spæla í Europa

Kappingarárið 2020 er liðugt, og nú er tað greitt, at tað verður KÍ, sum saman við greipuvinnarunum í HB og silvurvinnarunum í NSÍ fara at taka lut í europeisku kappingunum á sumri í 2021.

Fyri 14 árum síðani vann KÍ á síðsta leikdegi 1-0 á Mølini á Eiði ímóti EB/Streymi. Sigurin bar við sær, at HB við heimasigri ímóti ÍF á síðsta leikdegi tryggjaði sær FM heitið frammanfyri EB/Streym.

Í dag hevur HB syrgt fyri, at KÍ næsta summar aftur fær møguleikan at spæla í Europa.

Næsta summar eigur føroyskur fótbóltur bara trý pláss í europeisku kappingunum. HB fer at luttaka í meistarakappingini, og hini bæði plássini hava silvurvinnararnir í NSÍ og bronsuvinnararnir í KÍ vunnið.