KÍ-venjarin kunngjørdur í vikuni

Jóhann Lutzen, sum situr í leiðsluni í KÍ, staðfestir á heimasíðuni hjá Bláu Bylgjuni, at venjarin fyri komandi kappingarár verður kunngjørdur í vikuni. - Venjarin skal skapa eitt lið, har felagsandin skínur ígjøgnum og har menn kempa við stoltleika fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag. Soleiðis sigur Jóhann Lutzen, sum situr í leiðsluni í KÍ, við heimasíðuna hjá Bláu Bylgjuni. Hann staðfestir á fjepparasíðuni, at nýggjur venjari verður kunngjørdur í vikuni.